Bláa bók er ein heilsuváttan til sjófólk. Heilsuváttanin skal skrivast av einum góðkendum sjóvinnulækna.
 
Arbeiði á sjónum í Norra krevur eina serliga heilsuváttan.
 

Tá tú kemur at fáa bláu bók fært tú handað eitt skjal, har tú skalt svara nøkrum spurningum. Læknin ger eina kanning, har hann millum annað kannar sjónstyrki við og uttan brillur, hoyrn, landið og blóðtrýstið.

Tað kostar 800 kr at fáa bláu bók.

Minst til at hava við:

  • Brillur ella linsur og linsuvætu
  • Landroynd
  • 800 kr í reiðum peningi

Allar gentur og kvinnur í aldrinum 12 til 28 ár kunna lata seg koppseta ókeypis fyri HPV / lívmóðurhálskrabba.

Koppseting fer fram hjá kommunulækna. Fyri at koppsetingin skal virka, skal kvinnan koppsetast tríggjar ferðir innan fyri 12 mðr. Koppsetingin tekur vanliga 6 mánaðir og fer fram í hesi røð:

  • 1. koppseting
  • 2. koppseting fer fram umleið 2 mánaðir eftir 1. koppseting
  • 3. koppseting fer fram umleið 4 mánaðir eftir 2. koppseting

Um koppseting fyri HPV

Koppseting fyri HPV-virus hevur til endamáls at fyribyrgja, at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabbamein. Heilsufakliga metingin er, at um kvinnur taka av tilboðnum um HPV koppseting, fer tað frameftir stórt sæð at bera til at fyribyrgja, at kvinnur fáa vandamiklu sjúkuna.

Eldri enn 28 ár

Til ber eisini at koppseta seg um man er eldri enn 28, so er tað tó ikki ókeypis. Kostnaður er uml. 1400 kr fyri hvørja koppseting.

Allar kvinnur í aldrinum 25-60 ár fáa bjóða eina ókeypis kanning fyri kyknubroytingar í lívmóðurhálsinum. Tær fáa eina innkalling, tá tær fylla 25 ár. Hareftir verður man kannaður 3. hvørt ár. Í onkrum førum verður kanningin framd oftari.

Kanningin verður framd av einum lækna. Tað er ein undirlívskanning, har tað verður tikin ein roynd av kyknunum í lívmóðurhálsinum. Royndin verður send til Danmarkar.

Í Føroyum fylgja vit tilmælunum hjá danska heilsustýrinum um, at øll børn, fyrstu fimm liviárini, skula hava tilboð um sjey fyribyrgjandi heilsukanningar, har barnið við nakrar av kanningunum eisini verður koppsett.

Kanningarnar verða gjørdar av kommunulæknanum í hesum aldrunum:

  • 5 vikur (Heilsukanning)
  • 3 mánar (Bert koppseting)
  • 5 mánar (Heilsukanning og koppseting)
  • 1 ár (Heilsukanning og koppseting)
  • 15 mánaðir (Bert koppseting)
  • 2 ár (Heilsukanning)
  • 3 ár (Heilsukanning)
  • 4 ár (Heilsukanning og koppseting)
  • 5 ár (Heilsukanning og koppseting)
  • Fyribyrgjandi heilsukanning av børnum í 1. og 9. flokki